GÓP-fréttir



 

222
stórar
myndir!!

Myndaalbum
Fotoalbum
Bilder

Veiledning:
Opna album
og velja
Screenshow
og svo
Full screen
applet

Til baka á >> Foroyar.net

Helga Hermansen:
Ferðafrágreiðing
Her finner du alle bilderne i stort format

2005 Laugavegurinn i juli
15. juli


vit fóru
í Hallgrímskirkjuna

Komu til Reykjavíkar 15. juli 05, umleið kl 13,00. Kalli bilstjóri kom eftir okkum í bussi, vit fóru í Hallgrímskirkjuna, listasavn Einars Jónssonar (sóu listaverkið Sindrið og annað gott) og Perluna, har vit fóru á víkingasýning, áðrenn vit komu á vallaraheimið, Hraungerði í Hafnafirði. Onkur í góðum lag, tosar um at fara á Fjørukránna, onnur um at fara at svimja. Summi fóru at vitja mømmu.

16. juli Vaknaði kl. 6.30. Bjarni vakti eftir føroyskari tíð, men tað var bara gott. Havi sovið, hóast mikið snork. Etið morgunmat, brúsast og spælt við kuffert ....


Kalli kom kl 9.00. Vit sungu morgunsang og løgdu avstað. (Eg elskaði morgunsangin). Bjarni segði frá ymiskum, sum vit sóu á leiðini. Kjartan segði okkum frá Minnisota og Inga Mohr, Malan segði frá, tá pápi hennara las í Íslandi undir krígnum, og Kalli bilstjóri segði frá álvasteinunum har við vegjaðaran: Ætlanin hevði verið at spreingja steinarnar, tí vegurin skuldi byggjast har. Illa gekkst hjá teimum, maskinurnar brotnaðu, menn meiðslaðust osf.. So var onkur klókur, sum kom við hugskotinum at tosa við Hafnafjarðarkonuna, sum hevði gott samband við álvarnar. Hon lovaði at tosa við teir og royna at megla. Hon kom so aftur tá hon hevði tosað við álvarnar og segði at, um mennirnir fluttu íbúðir teirra, varisliga á ein betri stað, og fríðkaðu rundan um, so vóru teir nøgdir, og skuldu ikki gera meiri ónáðir. So var gjørt, steinarnir vórðu fluttir, vegurin bygdur og øll vóru gløð. Síðani koyrdu vit víðari og komu framvið Gljúvrasteini, har sum Halldór Laxsnes búði, ímeðan hann skrivaði sínar Nobel-virðisløntu bøkur. Síðani yvir Mosfellsheiði til Tingvallar.

Har komu vit á markið ímillum Amerika og Evropa og sóu hvussu nógv Ísland er vorðið størri tey seinastu túsund árini, 5 metrar, líka breitt sum húsið á Tingvøllum. Har sóu vit eisini hvussu stjørnurnar stóðu á himlinum tá Ísland varð skapað, tá Ísland varð byggt og tá Ísland varð fullveldi. Fóru niðan at síggja Øksaráfoss, har hann var í sínum blíðasta skapi. Mangan hevur hann verið bæði øðiliga fossandi og frystur !!! Flottur!!!!!

Síðani til Laugarvatns og fóru í upprunaligt sauna ( guvubað) og upprunaligan pott.Yvir heitari keldu.


Vit koyrdu til Geysir og sóu Strokk goysa, síðani til Gullfoss í oysregni, tað gjørdi einki, tí Gullfossurin er verdur at síggja í øllum veðri. Har var mynd á vegnum, sum ímyndaði bóndadóttrina Sigríði í Brattholti, ið hótti við at tveita seg í fossin um pápin seldi vatnið í honum. Tí eiga íslendingar fossin í dag.

Eftir tað, koyrdu vit víðari og støðgaðu á brúnni við Brúarhløð og sóu har bátar í rafting, ein koppaði og summir svumu. Meðan vit standa har kemur ein jeepur við vogni afturúr og stoppar beint framman fyri okkum. Hann kundi væl bíðað og latið okkum komið framvið, men maðurin var í øðini og vildi ikki bakka ein tumma (sum ein vissur maður).


Hann kom út úr bilinum, reiv hurðina hjá Kalla upp, skjeldaðist og leikaði í, hann skuldi ringja til løgguna og eg veit ikki alt hann rópti upp, Kalli skuldi bara gera so væl at bakka: Nei !, segði Kalli. Maðurin knallaði hurðina aftur, so Kalli mundi fingið hana í høvðið. Maðurin fór so aftur í jeepin og settist at roykja. Neyðars konan, sum sat við síðuna av honum, festið sær eisini í. (Ivaleyst høvdu tey ikki havt nakra góða nátt) Onkur okkar spurdi: Eru Íslendingar soleiðis?. Ferðaleiðarin svaraði : Nei, hatta munnu verða tilflytarar. Har sótu vit eina góða løtu. Aðrir bilar vóru komnir í reyvina á okkum, og skilti ikki hvat var á vási, tey tosaðu við Kalla, hann sendi tey at tosa við jeepa-mannin, og tey komu ristandi á høvdið aftur. Vit í bussinum høvdu eina stuttliga løtu, vit flenntu at honum, tóku myndir og veittraðu til hansara. At enda bakkaði Kalli kortini og hinir sum vóru aftanfyri okkum við, so jeepa-maðurin slapp framvið, og hatta býtta asini gav okkum fock-fingurin tá hann kom framvið.

So koyrdu vit upp til Þjórsárdal og fóru inn í gamla bóndagarðin á Støng, sum er undir Búrfelli og sum legðist í oyði av Heklugosi í 1206, (5.januar aftaná døgurða) (B.B.P.)) og sum ein føroyingur var við at grava fram í 1938, veit tíverri ikki hvør hann var, kanska onkur annar veit ?


Síðani koyrdu vit til Landmannalaugar, har skuldi so gongutúrurin byrja. Har var fult av fólki, bæði í skálanum og í tjøldum. Nógv fólk var eisini úti í heitu ánni. Vit fóru ikki útí, tað kvøldið, men nøkur fóru morgunin eftir. Hóast nógv fólk, var eisini pláss fyri okkum. Har hittu vit, fyri fyrstu ferð, okkara fitta “truss”. So var farið at dragsa kuffert og taskur inn í skálan og út aftur morgunin eftir, og alt stúvað í trussin.

17. juli
Kl. 9 stóðu vit øll klár, sungu morgunsang


og løgdu avstað. Niðaneftir og niðaneftir meginpartin av fyrsta degi. So við og við fóru húgvur, vøttir, turriklæði o.t. í ryggsekkin. Tá ið vit vóru komin nakað niðan, sóu vit yvir litføgru fjøllini runt Landmannalaugar.Vakrast er Brennisteinsaldan hildin at vera.

Ferðaleiðarin var so fittur at lata okkum hvíla í heilum, drekka kaffi o.t. Eingin datt og meiddi seg ella nakað sovorði. Øll vóru professionell gongufólk og alt gekk uppá stás. Men eina ferðina datt ein so beint á reyvina við kaffi-koppinum í hondini. Tað var akkurát sum hjá Anders And, kaffið slongdist beint upp í luftina og støðgaði har, áðrenn tað datt niður aftur. Tíverri var eingin nóg skjótur við fototólinum tá.

Vit gingu í Hrafntinnusker. Har vóru nógvir flottir svartir steinar, og tá segði hvalbingurin: Hetta líkist nýrakoli. Fleiri høvdu hug at taka onkran stein við sær heim, og onkur gjørdi tað kanska. Komu í Høskuldsskála, og trussin við, trúgvur sum altíð.

Tá ið vit, gott og væl, vóru komin inn í skálan, hoyrdist knappliga flennan og fagnaðarljóð. Tá var tað konan, sum ansaði eftir skálanum og Margreta, sum stóðu har og hálsfevndust. Tær høvdu spælt víking saman í fleiri ár. Ikki vistu tær av hvørjari aðrari har uppi í fjøllunum í Íslandi, ja, Ísland er lítið.

So segði Bjarni: Kom, vit mugu avstað aftur at hyggja eftir nøkrum íshellum, tað tekur bara 10 minuttir. Vit avstað. Sonur víkingakonuna vísti okkum veg. Vit gingu langa kavabrekku omaneftir,


10 minuttir Ha !, Men tað var tað vert. Stórsligin íshellir. Jøkulin er minkaður nógv tey seinastu árini. Eg minnist hann tá eg var har í 1977 (við jeepi sjálvandi) og eg kendi hann ikki aftur. Nú var stutt síðani rapað í einum helli, ella holu, so tað var ikki gamansleikur at fara inn, segði hesin raski drongurin sum fylgdi okkum, men hóast tað, var onkur sum ikki kundi lata sita á sær, at ikki tora inn. Har var tað, at Bjarni tók okkum konum andlitssmyrsl at gera okkum vakrar við. Vit hava ivaleyst verið nóg vakrar, tí einki krem vit fingu. Síðani niðan aftur í skálan,


eta, hugna okkum og sova.

18. juli Avstað eftir morgunsang á veg til Álftavatn.


Áðrenn vit gingu oman eftir stóru brekkun, sóu vit Háskering, fjallið, sum vit ikki fóru uppá,og sum er hægsta fjall har um leiðir. Allan túrin gingu vit upp og niður heygar og fjøll, men nú máttu vit eisini vaða yvir um eina ísakalda, streymharða á. Sólin skein og vit vóru gløð. Tá yvirum var komið, vóru føturnar eisini glaðar. Vit vóru í pulshosum, tí tað hevði Margreta sagt at vit skuldu. Tað var gott, og tá vóru stavarnir góðir.

Vit komu oman til Álftavatn og fingu ein skála fyri okkum sjálvi. Royndu at turka hosur o. a. Fóru so aftur kvøldtúr, framvið vatninum og niðan í eina grottu. Har var rist í klettin, árstøl og nøvn, og onkur okkara royndi seg eisini. Stormur var um náttina, men vit svóvu øll, haldi eg, hóast rótið var øðiligt, onkuntíð var tað í kór, men nú vóru vit so von við tað.

19. juli

Marjun var so glað at hon vaknaði áðrenn øll hini, tí so kundi hon sleppa at spæla kuffert í friði. Morgunsangurin varð sungin og skaldið hjá okkum skrivaði megnar orð í gestabókina (minnist tey tíverri ikki). Løgdu avstað í sól og frálíkum veðri á veg í Emstrur.


Beinanvegin vassaðu vit um eina minni á. Gingu víðari og komu í Hvanngil. Har bakaði sólin og vit tveittu okkum niður at njóta eina løtu. Síðani traskandi avstað aftur, fóru um nakrar áir,


fyrsta var Kaldaklovskvísl, men hesar áirnar høvdu brýr, so har sluppu vit ikki at vassa.


Men, so komu vit í sandin, og har var tungt at ganga. Sandurin var einar 10 km. Men lagið var gott, og fólkið var gott. Har sóu vit Tvíbakkan og Tudda (neytið).


Vit komu at enda oman í Botnaskála í Emstrum.


Summi fóru kvøldtúr og sóu Markarfljótsgljúfur.


Tað kvøldið lærdi Lulli okkum at knýta knút á band og so var togtogan, og sjálvandi vunnu føroyingarnir og tóku so
“ Føroyingar sum her nú koma saman”. Vit hugnaðu okkum óført tað kvøldið.

20. juli Eftir morgunsangin løgdu vit avstað í Þórsmørkina. Veðrið bleiv bara betri og betri hjá okkum, tað er ivaleyst vegna “Nú skínur sólin bjarta”. Tað vil Margreta vera við, í hvussu so er.


Tá vit høvdu gingið eina løtu, fóru vit niður eina bratta brekku til eina brúgv, og har var tað, at gentlemaðurin hjá okkum hjálpti einari útlendskari konu oman brekkuna, og tá segði hon: I whish I was with you ! Vit gingu víðari omaneftir, sóu Einhyrning høgrumegin og komu oman í Slippugil. Gingu yvir brúnna um Ljósá og løgdu okkum í sólina. Summi gingu út á nesið og sóu hvar Ljósá rennur saman við Markarfljót, har fóru summi at heinta ber .


Síðani gingu vit uppá Kápu og komu til Þrøngá. Aftur at vaða .Hetta var ein breið á, hóast navnið. Tað var seinastu ferð vit sluppu at vassa. Tá mundu onkur pissa í buksurnar, tí tá hoyrdurst systrarnar og Katrin og onkur aftrat syngja: “Djúp og breið” Síðani gingu vit ígjøgnum Hamraskógar og komu so í Húsadal og løgdu okkum aftur í sólina, í skóginum. Síðani gingu vit víðari í Langadal og komu framvið Snorraríki.


Komu í Skagfjørðskála


og Nigro segði okkum frá jeepinum, sum hevði fest seg í ánni. Nigro var tá farin úr Emstrum við “Trussinum”.

21. juli Tað náttina vóru fleiri uppi og hugdu eftir veðrinum, tað sá ikki gótt út fyri Fimmvøruháls, men kl. 9 løgdu vit kortini avstað, tá var mjørkin við at lætta, og tað bleiv sum vant av besta veðrið.


Har var serstakliga vakurt at ganga,


onkrastaðni var so bratt og mjátt,


at ketur vóru at halda sær í. Hendan ofta nevnda Kattarygg, gáaðu vit ikki eftir, fyrr enn vit vóru komin heim aftur, og onkur fór at siga okkum frá hvussu ringur hann var at ganga.


Tosa ...


... um ...


... gongufólk !

Har á leiðini sóu vit skelti við nøvnunum á teimum trimum sum doyðu har í 1970. Ein teirra var ein føroysk genta, sum æt Elisabeth Brimnes.


Vit gingu heim aftur í skálan, og tá hevði Lulli gjørt klárt til grillveitslu. Dinna fann ikki minni enn tvey syskinnabørn í Skagfjørðskálanum. Margreta hevði tosað við fólk uttanfyri og har vóru so tvær systrar sum vóru ættaðar úr Svínoy. Tær søgdu Margretu at ein mostur teirra búði í Leirvík og átti son sum æt Juul. Ojøsus, segði Margreta, systur hansara er her inni. Syskinnabørnini høvdu ongantíð sæst áður, so har varð tosað nógv um frændir o.a.t. Eg veit ikki um tað var ein av teimum systrum, sum eg tosaði við, men har stóð ein kona og hugdi at fjallstavunum, sum stóðu so flottir ímóti vegginum uttanfyri. Hon segði at hon átti ein sovorðnan. So, segði eg, hvør man hava gjørt hann ? Tað visti hon ikki, men hon hevði fingið hann í føðingardagsgávu frá Jóannis á Fjørukránni.


So mátti eg siga , at hann sum hevur gjørt hennara fjallstav, er inni her.


Vit hugnaðu okkum væl tað kvøldið eisini, sum fleiri onnur kvøld. Har var bæði sungið og dansað. Onkur segði nøkur orð og Lulli takkaði fyri seg. Gísli var eisini komin, og vit fingu bók um okkara Laugarveg. Nú vórðu stúvlarnir pakkaðir niðast í kuffertið.

22. juli

Vit fingu sungið morgunsang fyri seinastu ferð,


og Kalli var komin við bussinum, men hann stóð hinumegin ánna, so Gísli og Rúnar førdi okkum yvirum við sínum jeepum.


Vit koyrdu framvið ánni og sóu yvir á Líðarenda.


Komu til Seljalandsfoss, og øll at ganga undir hann, sum man eigur at gera. Støðgaðu við savnið á Hvolsvølli, drukku kaffi uttanfyri, og Margreta fekk tað í lag, at vit fingu hvør sína fløgu við myndum frá Suðurlandinum. Síðani áfram til Eden í Hveragerði, har var nógv at síggja, men eg haldi at vit keyptu mest ís. Koyrdu so allan vegin til Hafnarfjarðar, og á Vallaraheimið Hraungerði. Nú vóru vit heima.


Vit vóru boðin á Fjørukránna, annað heimið hjá Nigro og Margretu, til nátturða. Frálíkur matur og frálíkur mjøður. Har var sungið fyri okkum, og vit sungu fyri teimum. Ja, vit fóru eisini uppá gólv. Okkara fyrrnevndi gentlemaður, var aftur upp á spæl, og kláraði allar royndirnar, sum honum var álagt, og var tí tað kvøldið sligin til víking. Vónandi fingu vit mynd av víkinginum.

23. juli
24. juli
Nú kemur nýggjur dagur og vit hava frí. Vit syndraðust, summi fóru at vitja fólk, onnur í Kringluna o. s. f. Onkur fór at svimja og onkur á kránna, og soleiðis var eisini dagin eftir.
25. juli

Fóru vit heim ! Sjálvandi var flúgvarin seinkaður, sum altíð, men vit høvdu tað gott, settust at sóla okkum í lívd undir veggi. Og so sjálvandi í sjoppuna at keypa tað síðsta. Alt í alt ein frálík ferð.

Efst á þessa síðu * Forsíða * Her finner du alle bilderne * Til baka á >> Foroyar.net